Russiska løgreglan hevur tikið 10 fólk, sum eru sett í samband við morðið á blaðkvinnuna Onnu Politkovskaya -Tey tíggju verða skuldsett í næstum, sigur høvuðsákærin við tíðindastovuna Itas-Tass.
Anna Politkovskaja varð funnin myrd uttan fyri íbúð sína í Moskva fyri einum ári síðani. Sum blaðkvinna var hon kend fyri sínar atfinningarsomu greinar um kríggið í Kekenia og politikkin hjá Vladimir Putin, forseta. Tað vóru tí fleiri, sum vildu vera við, at myndugleikarnir høvdu ábyrgdina av morðinum, men tað hava teir avsannað fleiri ferðir.
-Vit hava gjørt stór framstig í hesum málinum, og tíggju fólk verða skjótt skuldsett, sigur Jurij Tjajka, høvuðsákæri, við Itas Tass.