2. Tú keypur inn, tá tú er svong
Trupulleiki: Blóðsukrið er í botni, og tú verður freistað at keypa ósunt.
Loysn: Et áðrenn tú fer til handils og skriva innkeypslista.
3. Tú smáetur gjøgnum dagin
Trupulleiki: Blóðsukrið fer upp og niður og endar við, at tú ert enn svangari, enn áðrenn tú át kakustykkið.
Loysn: Et ein góðan millummála við grovum breyði og soltnum osti.
4. Tú troystaretur um kvøldið
Trupulleiki: Tú etur, tí onnur rundan um teg eta - ikki tí at tú er svong. Úrslitið er, at tú etur ov nógvar kaloriur, sum seta seg.
Loysn: Tøm skápini fyri freistingar. Royn og reis teg úr sofuni um kvøldið.
5. Tú ert oftani á kænkikuri
Trupulleiki: Við at skifta millum ymiskar klænkikurar og ymiskar hættir at eta,
er torført at halda tað í longdini, og oftani koma kiloini uppá aftur.
Loysn: Broyt tínar egnu matvanar, so teir hjálpa tær at tapa.
6. Forboð móti breyði, rís og pasta
Trupulleiki: Tínar máltíðir verða merktar av forboðum, og tá er tað torført at halda í longdini.
Loysn: Et breyð, rís og pasta, men í smáum mongdum. Et til dømis 150 gr breyð og 100 gram av ókokaðari pasta um dagin. Vel myrkari sløgini av pasta, breyði og rísi.
7. Ov lítlir rørsla
Trupulleiki: Um tú rørur teg ov lítið, er tað lætt at eta ov nógv. Eyka kaloriirnar seta seg sum feitt.
Loysn: Royn og rør teg ein tíma um dagin. Spáka, súkkla ella spæl bólt við børnunum.
8. Ov nógvir føðingardagar og bindiklubbar
Trupulleiki: Føðingardagar og bindiklubbar eru kaloribumbur. Tú etur og situr still.
Loysn: Far ikki til alt. Men vilt tú endliga fara til alt møguligt, hugsa so um at fáa rørslu á veg í og úr føðingardegi.
9. Flótandi kaloriir
Trupulleiki: Tað mettar ikki, og tað er sera lætt at fáa alt ov nógvar kaloriur í seg við at drekka.
Loysn: Drekk ikki sodavatn, saft og djús. Royn eisini at avmarka alkoholmongdina.
10. Tú etur bleytan mat
Trupulleiki: Um tú etur nógvan bleytan mat, fáa kjálkarnir og magin ikki nakað at arbeiða við. Tað merkir, at tú ikki kennir teg rættiliga mettan og etur lættliga meira enn neyðugt.
Loysn: Et grovan mat. Fullkorn, grønmeti, búff, ost og frukt.