Tað vóru bara farin 22 sekund av dystinum millum Italia og Albania, tá Nedim Bajrami fangaði ein bólt í brotsteiginum hjá Italia aftaná eitt mistak hjá Federico Dimarco aftaná eitt innkast hann kastaði til Gianluigi Donnarumma. Nedim Bajrami tók og hamraði bóltin í kassan til stóran fagnað fyri albansku áskoðararnar.
Talan er um skjótasta málið, ið nakrantíð er skotið í einum EM-endaspæli.
Italia vann tó dystin 2-1.
HER eru 10 tey skjótastu málini, ið eru skotin í EM-søguni:
0:22: Nedim Bajrami, Italia – Albania, EM 2024
1:07: Dmitri Kirichenko, Russland – Grikkaland, EM 2004
1:22: Emil Forsberg, Svøríki – Póland, EM 2020
1:39: Yussuf Poulsen, Danmark – Belgia, EM 2020
1:40: Robert Lewandowski, Póland – Portugal, EM 2016
1:56: Luke Shaw, Italia – Ongland, EM 2020
2:00: Robbie Brady, Frakland – Írland, EM 2016
2:07: Sergei Aleinikov, Ongland – Sovjetsamveldið, EM 1988
2:14: Petr Jiracek, Grikkaland – Kekkia, EM 2012
2:14: Alan Shearer, Týskland – Ongland, EM 1996