Fótbóltur
Viðurkenda hollendska fótbóltsblaðið, Voetbal International hevur nú roknað seg fram til hvørjir fótbóltsspælarar hava tað hægstu lønarinntøkuna.
Yvirlitið fevnir bert um lønina spælarnir fáa frá sínum feløgum. Lýsingarinntøkur og persónligar sponsorinntøkur eru ikki roknaðar uppí.
Norska sjónvarpsstøðin, TV2 hevur umroknað yvirlitið til norskar krónur. Yvirlitið yvir teir 10 fótbóltsspælarnar sum fáa mest í løn í heiminum er hetta :
1 Lionel Messi, Barcelona 89,9 mió kr.
2 Samuel Eto’o, Inter: 85,8 mió kr.
3 Cristiano Ronaldo, Real Madrid: 81,9 mió kr.
4 Zlatan Ibrahimovic, Barcelona: 73,0 mió kr.
5 Kaká, Real Madrid: 73,0 mió kr.
6 John Terry, Chelsea: 73,0 mió kr.
7 Emmanuel Adebayor, Manchester City: 69,1 mió kr.
8 Fernando Torres, Liverpool: 64,0 mió kr.
9 Robinho, Manchester City: 63,0 mió kr.
10 Steven Gerrard, Liverpool: 61,0 mió kr.









