10 sparkivøllir í heyst

Fótbóltssambandið er nú í ferð við at leggja graslíki á 10 vøllir kring alt landið
Hetta er liður í hat-trick verkætlanini, har FSF umvegis FIFA hevur játtað stuðul til ger av hópatals vøllum kring alt landið.
Fyrstu 10 verkætlanirnar verða nú veruleiki. Eftir at vøllurin á Norðasta Horni í Havn varð tikin í nýtslu fyri tveimum vikum síðani, eru tað nú hesir, sum standa fyri tørni. Leirvík, Haldórsvík, Bøur, Saltnes, Miðvági, Strendur, Eiði, Tvøroyri og í Runavík.
Hartil liggja longu sum er 37 umsóknir um stuðul til sparkivøllir komandi ár.