10 søgur um fyrsta umfar

Premier League: Her eru tíggju eygleiðngar úr fyrsta leikumfari í Premier League

Fyrsta umfar í Premier League er farið afturum bak. Her eru 10 ymsar søgur úr fyrsta leikumfari.

 

Eisini sæst ein myndarøð frá umfarinum niðast í greinini.

 

Reece Oxford gjørdist sjeynd yngsti leikarin nakrantíð í Premier League-søguni, tá ið hann spældi á miðvøllinum hjá West Ham ímóti Arsenal í gjár. Oxford var 16 ár og 198 dagar, tá ið hann spældi í gjár. 

 

Petr Cech fekk eina marrubyrjan í fyrsta almenna dysti fyri felagi sínum. Arsenal tapti 0-2 ímóti West Ham, og Cech átti stóran lut í báðum málunum.

 

Louis van Gaal, Manchester United-venjari leggur ikki petti í, hvørji nøvnini eru, tá ið hann setur lið sítt. Í vikuskiftinum sat ungi Sam Johnstone á bonkinum, meðan bæði David de Gea og Victor Valdés hugdu at á áskoðaraplássunum, tá ið United sigraði 1-0 á heimavølli ímóti Tottenham. Nýinnkeypti, argentinski málverjin, Sergio Romero, vardi málið hjá United, og spældi hann væl.

 

Claudio Ranieri, ið fekk sekkin sum grikskur landsliðsvenjari eftir bragdið í Pireus í november í fjør, fekk eina dreymabyrjan sum venjari hjá Leicester. Leicester vann 4-2 ímóti Sunderland á heimavølli í einum dysti, har Leicester var á odda 3-0 longu aftaná 25 minuttir. 

 

Ongin av uppflytarunum, Bournemouth, Watford og Norwich, vann í vikuskiftinum. Bournemouth tapti 0-1 heima ímóti Aston Villa, Watford spældi 2-2 úti ímóti Everton, meðan Norwich á heimavølli tapti 1-3 ímóti Crystal Palace.

 

Í mun til síðsta útidyst ímóti Stoke betraði Liverpool seg við heili seks málum. Í síðsta leikumfari í fjør tapti Liverpool heili 6-1 á útivølli ímóti Stoke, men í fyrsta leikumfari í gjár megnaði Liverpool at vaska hesa eyðmýkingina av sær við at vinna 0-1. Samstundis var hetta eisini fyrsti Premier League-dystur, sum Liverpool spældi, síðani legendariski Steven Gerrard skifti úr felagnum.

 

José Mourinho var ónøgdur við læknaliðið hjá sær í vikuskiftinum. Orsøkin var, at læknaliðið fór inn á vøllin at hjálpa Eden Hazard ímóti dystarenda, tá ið tað í veruleikanum ikki var neyðugt. Hetta merkti, at Hazard mátti av vøllinum eina løtu, og tí spældi Chelsea eina løtu við níggju monnum ímóti 11. Fyrr í dystinum var málverji teirra, Thibaut Courtois, blivin útvístur.

 

Tað plagar at verða sagt, at Everton byrjar altíð illa upp á eitt nýtt kappingarár. Hendan mýtan hevur tikið enn meira dik á seg eftir, at tað ikki eydnaðist Everton at vinna á heimavølli ímóti Watford, sum er uppflytari, í vikuskiftinum.

 

Eftir fyrsta leikumfar liggja Manchester City, Leicester, Crystal Palace og West Ham til at ogna sær Champions League pláss til komandi kappingarár.

 

Venjarin hjá Southampton, Ronald Koeman, var ikki á bonkinum til dystin hjá Southampton ímóti Newcastle í vikuskiftinum, tí at hann hevur slitið hælsinuna. Ístaðin var tað beiggi og hjálparvenjari hansara, Erwin Koeman, ið stýrdi frá bonkinum.