TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við málverjan hjá Skála, Andras Gango, sum lat sítt fyrsta mál inn hetta kappingarárið, tá Skála tapti 0-1 ímóti Víkingi. Áður hevur Skála spælt javnleik 0-0 ímóti HB og KÍ.
Konseptið helt hjá Skála til Víkingur skoraði. Aftaná málið bleiv talan um ein lívligan dyst, har tað gekk frá brotsteigi til brotsteig, sambært Andras Gango.
Andras Gango viðgongur, at tað var keðiligt at fáa Jákup Jacobsen vístan av vølli, men hann heldur, at teir 10 sum vóru eftir á Skála-liðnum stríddust manniliga fyri at fáa eitt úrslit heim, men tað eydnaðist so ikki hesaferð hjá Skála.