10 renna um kapp eftir bóltinum

Í fjør vann Cristiano Ronaldo gylta bóltin, sum á hvørjum ári verður latin besta spælaranum í Europa. Men allar gitingar benda á, at tað verður Lionel Messi, sum sleppur at taka móti heiðrinum týsdagin.

Umframt teir báðar, telur listin nú átta aðrar spælarar. Teir eru Didier Drogba, Samuel Eto´o, Steven Gerrard, Zlatan Ibrahimovic, Andres Iniesta, Kaka, Wayne Rooney og Xavi.

Á upprunliga top-30 listanum vóru eingir italiumenn ella týskarar, og nú listin er skorin niður í 10, er heldur eingin fraklendingur á listanum. Karim Benzema, Yoann Gourcuff og Franck Ribery vóru annars á upprunaliga listanum.

Tað er europiska ítróttapressan, sum við einum umboði fyri hvørt land greiðir atkvøðu um, hvør skal taka ímóti gylta bóltinum.