?døgg millum rútarnar
?rot skaðar
?at viðurin skýtur seg og fer sundur í límingini
?funtiónsfeil á besløgunum
Trygdin inniber at Vatnsoyra Snikkaravirki pf., uttan kostnað fyri kundan:
?veitir nýggjan termorút, um døgg kemur ímillum rútarnar
?veitir nýggjar vørur har rot er komið, viðurin skotin ella límingin farin sundur
?veitir nýggjar beslagvørur, sum hava ov vánaliga funktión.
Kundin fær 10 ára trygdarskjalið veitt saman við fakturanum.
Á henda hátt ynskir Vatnsoyra Snikkaravirki pf. at taka kappingina upp við útlendsku kappingarneytarnar, sum royna at fáa annað beinið á føroyska marknaðin. Útlendsku kappingarneytarnir bjóða trygd fyri sína vøru, men neyvan umfatar teirra trygd bæði rútin, træi og besløgini. Og trupulleikin hjá føroyskum kundum, er hvussu teir skulu gera brúk av teirra trygd. Tí teir eru ov langt burtur, og verður tað torført hjá kundanum at gera krav uppá sín rætt.
Vatnsoyra Snikkaravirki pf. byrjaði sítt virksemi í 1968 og hevur framleitt vælkenda H-vindeygað síðani 1975. Í hesi ár hevur virkið framleitt yvir hálvtannaðhundað túsund vindeygu til føroyska marknaðin. So føroyingar kenna H-vindeygað.