Ein 10 ára gomul genta í suðuramerikanska landinum Kolombia hevur átt eina dóttir og sambært tíðindastovunum er hon ein tann yngsta mamman, sum vísindin veit um at siga.
-Hetta er skelkandi. Hon átti at spælt við dukkur - ikki føtt børn, sigur stjórin á sjúkrahúsinum, har gentan átti gentuna. Hann sigur, at gentan kærdi seg um nógva magapínu, tá hon kom á sjúkrahúsið, og læknin, sum tók ímóti henni, staðfesti skjótt, at hon var við barn og var komin í 39. viku. Av tí at gentan ikki er fullment, bleiv barnið tikið við keisaraskurði. Tann lítla vigaði 2490 gram.
Blaðið Daily Mail skrivar, at tann 10 ára gamla mamman er av Wayhuu-fólkinum, sum livir í frumskóginum har norðuri í Kolombia.
Í fjør átti ein 10 ára gomul genta í Meksiko ein son, og í 2010 fekk ein 11 ára gomul genta í Meksiko eina dóttir.









