10 ár við sama skipi

SJÓMANSLÍV Týsdagurin 11. september 2001 er mest kendur fyri ógvusligu terror-atsóknina á World Trade Center í New York. Men fyri havnamannin, Arnfinnur Jacobsen, hevði dagurin ein heilt annan týdning. Hetta var nevniliga dagurin, tá hann á fyrsta sinni mynstraði umborð á grønlendska trolaranum Sisimiut. - Hetta er eitt gott skip, sigur 42 ára gamli Arnfinnur, sum er maskinstjóri umborð.

Tað er rokaligt umborð á Sisimiut, ið liggur við bryggju her í Kollafirði mikudagin í farnu viku.
Í lastini og á sjálvari bryggjuni eru menn í ferð við at landa veiðuna frá seinasta túrinum. Á dekkinum verður arbeitt við at rigga til nýggjan túr. Og á verksmiðjuni er bæði menn og ein kvinna í ferð við at umvæla eitt av tólunum í framleiðsluni.
Ein teirra sum við áhuga fylgir við og luttekur í hesum arbeiðinum er Arnfinnur Jacobsen. Eins og hinir av manningini, hevur hann eisini áhuga í, at alt skal rigga og framvegis riggar, tá ein nýggjur túrur byrjar.
- Ja, hetta skal bara koyra, sigur royndi maskinmaðurin úr Hoyvík. Saman við honum telur manningin 34 fólk, har teir 9 yvirmenninir eru føroyingar.
- Eg mynstraði umborð í gjár, og nú gleði eg meg bara at loysa frá landi, sigur ein brosandi Arnfinnur Jacobsen.
Henda túrin er skálamaðurin Ivan Olsen skipari.


Útmynstring
Arnfinnur var tó ikki óvanur við sjólívið, tí frammanundan hevði hann siglt við fleiri føroyskum bátum, m.a. Sólborg og Vesturvón, men annars siglt í russiskum og norskum sjógvi.
- Men seinastu 10 árini havi eg so verið við hesum bátinum, greiðir Arnfinnur frá. - Og her hevur mær dámað sera væl.
Ein av orsøkunum til, at honum dámar og hevur dámað so væl umborð her, er fyrst og fremst tí honum dámar arbeiðið sum maskinstjóri. Men við til positivu myndina hoyrir haraftrat skipanin við útmynstring – tað er: tíðin, tá teir skulu umborð og tá teir sleppa í land aftur.
Her hevur reiðaríið av sonnum lagt seg eftir, at gera alt so lagaligt sum tilber fyri manningina – ja, í roynd og veru so væl, at teir longu nú vita, nær teir skifta manning tvey ár fram.
- Hetta er ikki vanligt umborð á føroyskum skipum, vísir hann á. - Nú vita vita, nær vit eru heima; nær vit hava feriu; og nær vit skulu umborð aftur langt fram í tíðina.
Skipanin er enntá soleiðis, at tann fasta manningin skiftir um at halda tær stóru høgtíðirnar sum páskir og jól heima. Og so royna teir eisini at skifta summarferiuna sundur, soleiðis at allir fáa ein part av sumrinum á landi.
- Soleiðis klára vit allir at hava feriu, samstundis sum skúlarnir hava summarfrí.

Gnidningar
Túrarnir umborð kunnu sjálvandi vera ójavnir til fiskiskap og úrtøku. Men hetta hevur reiðaríið eisini tikið hædd fyri.
- Her umborð hava eisini deiling, sum Arnfinnur tekur til.
Við hesi ”deilingini” er tað so, at hóast helvtin av manningini er í landi, so fáa teir eisini ein part av úrtøkuni. Og øvugt.
Hetta er ein skipan, sum teir hava koyrt við tey seinastu 2-3 árini, og tað hava menn verið glaðir fyri.
Ein fyrimunur við hesum er, at so verða ikki ”gnidningar” millum manningina um, hvør vil sleppa við teir túrarnar, sum geva nógv av sær.
- Teir fyrstu túrarnir í Barentshavinum eru altíð góðir. Men tá vit koma út á summarið og vit flyta okkum til Eysturgrønlands, tá er ikki altíð at ein fær líka nógv burturúr, greiðir hann frá.



400 eftir
Sisimiut-trolarin er á mangan hátt rættiliga líkur teimum flakatrolarunum sum vit kenna her á landi.
Hann er 66 metrar langur og 14 metrar breiður, og lastar eini 700 tons. Teir plaga vanliga at fara til fiskiskap í januar mánaði, og leggja tá til brots í Barentshavinum fram til apríl/mai mánað.
- Tá er kvotan vanliga liðug, og síðani flyta vit okkum til Eysturgrønlands, har vit royna eftir svartkalva og onkutíð eisini kongafisk. Vit hava somuleiðis eina svartkalvakvotu í Vesturgrønlandi
- Tá vit nú eru lidnir at landa her í Kollafirði, seta vit beina kós norður aftur í Barentshavið, har vit skulu fiska restina av okkara kvotu. Eg haldi, at vit hava eini 400 tons eftir, greiðir Arnfinnur frá.



Sjókvinnur
Í nógv ár var tað rárasta hending at síggja eitt konufólk umborð á einum skipi. Soleiðis er ikki longur.
Eitt reiðarí, ið nú hevur sæð virðið í teirri kvinnuligu arbeiðsmegini í verksmiðjuni umborð á einum flakatrolara, er tað hjá Sisimiut.
- Messurin hevur ofta verið ein kvinna, men í dag hava vit fýra konufólk á verksmiðjuni. Tað vísir seg, at tær eru óførar til arbeiðis, serliga í pakkingini, vísir Arnfinnur á.




100 MIÓ
Flakatrolarin Sisimiut hevur seinastu árini selt fyri einar 100 mió krónur um árið. - Hetta er eitt gott skip, sigur Arnfinnur Jacobsen



27. mai
Skipanin umborð er soleiðis, at teir altíð vita nær teir koma aftur til lands og nær teir skulu mynstra umborð. - Eg kom umborð í gjár og verði aftur í landi 27. mai. Og so skal eg avstað aftur beint áðrenn ólavsøku, 22. juli, vísir Arnfinnur Jacobsen á