RÚSDREKKA
Í dag, leygardagin, eru 10 ár liðin síðani síðani fólk í hópatal savnaðust við Hoyvíksvegin í sambandi við, at Rúsdrekkasøla Landsins byrjaði sítt virksemi. Síðani tá eru røðirnar uttanfyri kanska minkaðar nakað, men sølan er støðugt voksin. Drykkimentanin stendur við.
Rúsdrekkasøla Landsins byrjaði sítt virksemi í tráð við eina nýggja rúsdrekkalóg, sum eisini fór at virka hetta árið.
Samlaða sølan hjá Rúsdrekkasøluni hevur eisini verið omanfyri 900 milliónir til í dag.
Tølini fyri í eru ikki greið enn, men til og við 2001 hevði Rúsdrekkasølan selt fyri 839 milliónir. Við søluni í ár fer talið upp um níggjuhundrað.
Nógv tann størsti parturin av hesum pengum enda í landskassanum. Í 2001fekk landskassin 76,4 mió. bara í lituravgjaldi og tolli og meirvirðisgjaldi.
Sølan er eisini voksin á hvørjum ári. Undantikið er 1995, tá sølan fall nógv. Eisini í 2000 gekk sølan nógv fram.
?Tað hevur víst seg, at sølan veksur við keypiorkuni. Tað er ikki soleiðis, at fólk fara at drekka meira, tá kreppan er í landinum, sigur Dagmar Joensen, sum hevur verið stjóri fyri Rúsdrekkasøluna øll árini.
Mentanin broytist ikki
Dagmar Joensen heldur ikki, at drykkimentanin hjá føroyingum er broytt seinastu tíggju árini.
?Tað vísir seg, at føroyingar drekka í frítíðini og nýta rúsdrekka sum veitsludrykk. Hetta tekur meira enn tíggju ár at broyta, sigur hon.
Fólk duga tó betri at keypa nú enn fyri tíggju árum síðani. Ølið er framvegis nógv tað mest selda, og fólk drekka spakuliga meira vín.
?Munur er sjálvandi á. Vit hava nú fleiri hundrað sløg at velja ímillum. Hendan møguleikan høvdu fólk ikki, tá bíleggjast skuldi úr Danmark.
Dagmar Joensen fegnast tó um, at føroyingar drekka minni enn fleiri onnur lond í norðanlondum.
?Í tølum eru vit í miðjuni, men vit hava tað væntandi tað mest rætta talið, og tí liggja vit væl fyri í so máta.
Besta loysnin
Dagmar Joensen er sjálv ikki í iva um, at einkarsøla er besti mátin at tálma rúsdrekkanýtsluni.
?Royndir aðrastaðni hava víst, at tú fært best hildið nýtsluni niðri við einari einkarsølu. Eisini ES hevur viðurkent hetta sum besta mátan, og hava tí givið Finnlandi og Svøríki loyvi at halda fram við einkarsølu, sigur Dagmar Joensen.
Stjórin fyri Rúsdrekkasøluna vísir staðiliga aftur øllum tosi um fría sølu av rúsdrekka í handlunum.
?Við einkarsøluni fært tú stýrt nýtsluni á bestan hátt. Her fært tú bara rúsdrekka, og hetta ger, at fólk ikki drekka so nógv sum aðrastaðni, sigur Dagmar Joensen.









