10 ráð til bilferiuna

Nógvir føroyingar munnu ætla sær eina bilferiu av onkrum slag í summar. Í tí sambandi hava vit funnið nøkur ráð til tykkum, so at túrurin kann gerast eitt sindur betri.

 

1. Um bilurin ikki er spildur nýggjur, kanna hann so gjølla, áðrenn farið verður avstað. Tað er keðiligt at muga steðga á hálvari leið.

 

2. Um tú leigar bil, les so sáttmálan gjølla og kanna bilin væl. Tak myndir av bilinum, serliga um nakar skaði er framman undan. Tað er keðiligt at vera kravdur endurgjald fyri skaðar, sum tú ikki hevur ábyrgdina av sjálvur.

 

3. Um tú leigar bil, vel so rætt slag. Lítlir bilar eru best í lítlum bygdum, har vegirnir møguliga eru smalir. Ein stórur jeep’ur er góður, um tú skalt í ólent øki at koyra. Hevur tú nógv ferðafólk og nógv viðføri er neyðugt við einum rúmligum bili við stórum viðførisplássi.

 

4. Lat eina tasku við eyka klæðum og skóm liggja í bilinum, og tak restina av viðførinum upp á hotellkamarið.

 

5. Lat ikki virðislutir liggja sjónligar í bilinum. Tak teir við tær, um gjørligt.

 

6. Lat ikki viðførisrúmið upp og vís ikki øllum allar ognir tínar í almennum rúmi. Royn og fjal teg og títt eitt sindur.

 

7. Tað er einki í vegin við at nýta GPS ella Google Maps, men set ikki alt títt álit á tey. Tað er hent meiri enn einaferð, at fólk eru vorðin vilst, hóast tey hava fylgt GPS’aranum.

 

8. Um tað liggur til tín, pakka so eitt telt í bilin. So kanst tú steðga júst har tú hevur hug.

 

9. Minst til góðan tónleik og onkra góða ljóðbók til biltúrin.

 

10. Í fleiri londum er neyðugt at hava eitt altjóða koyrikort. Kanna tað, áðrenn tú fert avstað. Set teg í samband við Akstovuna, um tú ert í iva.