Frá 1. januar 1949 til 1. oktober 1988 var felagið ein partur av Dansk Sygeplejeråd. Felagið hevði føroyskar forkvinnur hesa tíð, hin fyrsta var Jona Joensen, fyrrverandi deildarsjúkrasystir á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Jórun Jákupsdóttir, sjúkrasystir, var fyrsta forkvinna eftir at felagið gjørdist sjálvstøðugt.
Felagið fer at hátíðarhalda dagin við ymiskum tiltøkum. Frá kl. 14.00 og til kl. 17.00 verður móttøka í húsum felagsins, L. Debesargøta 14, fyri limum og øllum áhugaðum.
Í samband við føðingardagin, gevur felagið út bók, við heitinum: »Frá diakonissuni til sjúkrasystrina«. Í bókini er skrivligt og myndaligt tilfar, frá tí fyrstu diakonissuni, sum varð sett í starv í Føroyum, til sjúkrasystrar, sum eru í starvi í dag. Samrøður við eldri sum yngri sjúkrasystrar, sum geva eina mynd av, hvussu sjúkrasystrayrkið er broytt gjøgnum tíðina. Søgubólkurin, undir Sjúkrasystrafelag Føroya, hevur í nógv ár savnað ymiskt tilfar, sum hevur við sjúkrasystrayrkið at gera. Wanja Petersen, sjúkrasystir, hevur skrivað bandaðar samrøður við eldri sjúkrasystrar, og valt myndir og annað tilfar úr savninum. Bókin er 232 síður. Frá kl. 14.00 verður Wanja Petersen á felagnum, har hon signerar bókina.
Frá kl. 19.30 verða tiltøk í Norðurlandahúsinum, fyri sjúkrasystrum, lesandi og øðrum áhugaðum. Ymiskar røður verða hildnar um sjúkrasystrayrkið fyrr, nú og framyvir. Eisini verða gestarøðarir. Og á fyrsta sinni, verður ein sjúkrasystir útnevnd sum heiðurlimur hjá Sjúkrasystrafelag Føroya.
Felagið vónar, at nógv fara at nýta høvi til at støkka inn á gólvið, fyri at hátíðarhalda dagin. Øll eru hjartaliga vælkomin.