10 ár síðani álopið á Afhanistan

Tann 7. oktober í 2001 bumbaðu amerikanarar tey fyrstu málini í Afghanistan, og harvið byrjaði kríggið, sum nú hevur vart í tíggju ár. Málið við álopinum var at fella Taliban-stýrið í Kabul og at finna Osama bin Laden.

Taliban hevur ikki longur valdið í Afghanistan, og Osama bin Laden er deyður, men støðan í landinum er framvegis ógvuliga ótrygg. Fleiri lond hava tikið sínar hermenn úr Afghanistan, og NATO hevur sagt, at teir seinastu stríðshermenninir fara haðani í 2014.

Men fleiri eygleiðarar ivast í, at tað verður friður í landinum í 2014. Teir bera tvørturímóti ótta fyri, at Taliban fer at fáa fótin fyri seg aftur, tá teir útlendsku hermenninir fara avstað.