10 ár síðani Kursk sakk

Í gjár vóru 10 ár, síðani tann kjarnorkurikni russiski kavbáturin Kursk sakk undir einari venjing í Barentshavinum. Øll tey 118, sum vóru við bátinum, doyðu. Sum lið í venjingini skuldi Kursk skjóta royndartorpedoir eftir tí stóra krússaranum Pjotr Velikij, men eftir øllum at døma sprongdist ein torpedo, áðrenn hon fór avstað. Løtu seinni var ein spreinging, sum var so hørð, at fleiri jarðskjálvtastovnar í Norðurevropa staðfestu hana.

Vanlukkan elvdi til hvassar atfinningar at herflotanum og teirri politisku leiðsluni í Moskva, og endin varð, at vrakið av kavbátinum bleiv tikið uppaftur og togað til herflotahavnina við Murmansk.

Kursk, sum varð bygdur í 1994, var 154 metrar langur og stoltleikin hjá russiska Norðurflotanum.