10 ár síðan Faroe Origin tók um endan

Faroe Origin hevur gjørt íløgur í eitt upptiðningaranlegg á virkinum á Toftum, soleiðis at felagið eisini kann keypa, tiðna og virka frystan fisk.

 

 

Tað eru nú liðin 10 ár, síðan Faroe Origin, sum rekur skip og virkir, varð stovnað.

- Hetta hevði ikki havt borið til, um talan ikki var um sterk feløg, tí her eru nógvar íløgur gjørdar, og higartil hava partaeigararnir ikki fingið eina krónu aftur í vinningsbýti.

Tað sigur stjórin í Faroe Origin, Jens Pauli Petersen.

Felagið, sum rekur skip og virkir, varð stovnað hin 16. februar í 2011, og eigarar eru Varðin í Gøtu við 50 prosentum, Framherji í Fuglafirði við 25 og Samherji í Íslandi við 25 prosentum.

Umframt at eiga og reka tvey fiskavirki, upsavirki í Saltangará og saltfiskavirki á Toftum, eigur felagið eisini teir seks ísfiskatrolararnar, Bak og Stelk, Heyk og Falk og Rók og Lerk. 

Faroe Origin varð stovnað, eftir at stórfyritøkan, Faroe Seafood, var farin á húsagang í desember mánaði árið fyri. Nýggja felagið keypti skipini og nøkur fiskavirki úr búnum og onkur virki, sum vóru við í keypinum í 2011, eru seld útaftur.

Stjóri í Faroe Origin er Jens Pauli Petersen, sum býr í Hoyvík, men sum er uppvaksin í Sandavági, haðani pápin er. Mamman er av Høgabóli í Saltangará.

Í nøkur ár leigaði Faroe Origin saltfiskavirkið á Toftum út til Vaðhorn Seafood, sum annars hevur sítt virksemi á Hulki á Strondum. Tá leigusáttmálin við Vaðhorn Seafood gekk út eftir trimum árum, stóð Faroe Origin aftur við virkinum á Toftum.

- Vit umhugsaðu, hvat vit skuldu gera, og niðurstøðan var, at vit sjálvi vildu royna at reka virkið á Toftum sum saltfiskavirki, og tað hava vit so gjørt síðan 2015.

Hann sigur, at steðgur var í framleiðsluni á Toftum í nakrar mánaðir, eftir Vaðhorn Seafood var farið úr bygninginum. 

- Við at lata virkið á Toftum upp aftur, eftir at onkrar broytingar vóru gjørdar, fingu vit eisini nøkur arbeiðspláss aftrat, sigur Jens Pauli Petersen, sum vísir á, at Ísvirkið á Toftum eisini er partur av virkseminum hjá Faroe Origin, og her hevur ísur verið latin øll árini.

Upsaveiðan hjá skipunum hevur fyri tað mesta verið heldur vánalig seinnu árini og hjáveiðan hjá skipunum, sum Faroe Origin hevur undir sínum hatti, er lutfalsliga lítil.

- Tí hava vit nú eisini gjørt íløgur í eitt upptiðningaranlegg á virkinum á Toftum, soleiðis at vit eisini kunnu keypa, tiðna og virka frystan fisk.

Jens Pauli Petersen vísir á, at upptiðningaranleggið er nýliga komið, og framvegis eru royndirnar at tiðna fisk á byrjunarstigi. Endamálið er, at framleiðslan á báðum virkinum skal gerast meira støðug, tá frystur fiskur eisini kan gerast ein partur av konseptinum.

Stjórin ásannar, at tað eru ov nógvir dagar við ongum arbeiði, og hetta er bæði galdandi á Toftum og í Runavík, tó at tað hevur verið heldur frægari við fiskaarbeiði í Runavík.

Eini 225 til 230 fólk starvast í løtuni hjá Faroe Origin, harav umleið 75 mans eru við skipunum, og hini øll starvast á virkjunum, ávikavist í Saltangará og á Toftum.

##med2##