10 rák í heyst

Rák 1: Blondur

Listarligar blondur í alskyns útgávum seta sín serliga dám á klædnapløggini í vetur. Elskuligar, cool’ar, sexutar og femininar blondur.


Rák 2: Nýggj snið

Tað er næstan meira formur enn tilskeran yvir nýggju sniðunum, sum vísa eina heilt øðrvísi fyllu enn vanligt. Hjá Balenciaga eru jakkar og frakkar við rundum herðum og mjadnum í lakk og tjúkkum teknotilfari. Hjá Louis Vuitton liggja jakkarnir við asymetriskum velum heilt tætt at kroppinum og niðurdeilarnir hava vatnrættar banar, átøkir arkitektoniskum tekningum.


Rák 3: Pastellir

Mótaheimurin er í løtuni á tremur við vøkrum og avslappaðum pastellum so sum gulum, mintgrønum, ísbláum, fersken, lavendel og støvutum ljósareyðum.


Rák 4: Myrkur romantikkur

Romantikkurin er dapur í heyst. Á mótaframsýningunum hava at kalla allir týdningarmiklir sniðgevarar víst blondur, broderie anglaise, tyll og fjaðrar í tungum litum og nógv í svørtum eisini.


Rák 5: Strammir kjólar

Stóru móta-sniðgevararnir eru á einum máli: kjólarnir skulu sita stramt!

Kjólarnir kunnu vera langir ella stuttir, hava langar ella stuttar ermar, hava rullukraga ella vera asymmetriskir og vísa eina øksl… Men tað týdningarmiklasta er, at teir sita stramt.


Rák 6: Art nouveau

Fleiri sniðgevarar leggja dent á nouveau-listina, og hetta sæst aftur í mótanum í heyst – bæði tá ið um ræður gull og kopar, men eisini í mun til fín blómumynstur.


Rák 7: Couture-detaljur

Stórur dentur verður lagdur á yvirflaturnar, sum eru couture-líknandi og full av nýskapandi detaljum.

Burberry Prorsum hava paillettir úr ruskinni, hondskorin ruskinnsbløð og hondmálaðar fjaðrar á frakkum, kjólum og turrikløðum. Fendi hava útskorin bløð í silki, sum eru sett á alt frá leðurjakkum til pelsar og veitsluskjólar, og Stella McCartney hevur nýtt tunnar ketur til at geva silvurkjólum ein dám av brokadu.


Rák 8: The Blues

It-liturin yvir øllum verður blátt. Líka úr babybláum til dustað gráblátt og petroleums-blátt til intenst blátt litin og marinublátt.


Rák 9: Sigarettbuksur

Eftir at víðar buksur hava verið frammi í summar, koma smølu sigarettbuksurnar aftur í heyst.

Allir sniðgevararnir hava havt sigarettbuksur í nógvum litum, longdum og tilfari sum leður, ull og bumull, tá ið hesir skuldu geva teirra ískoyti til mótan í heyst.


Rák 10: Pelsar

Aftur í hesari sesongini er pelsurin in – hesaferð í fleiri litum og við fleiri detaljum enn áður. Hjá Marni og Louis Vuitton er eitt breitt úrval av breitschwantz og revum í vøkrum litum so sum karry, okker, ljósa-grønt, grátt og blátt.

Gucci, Fendi og Burberry Prorsum gera pelsar í natúrligum litum.