10 prosent fara til ofrini

Filmurin hjá Oliver Stone »World Trade Center« hevur eitt vælgerandi endamál, tí 10 prosent av inntøkunum, ið filmurin fær skulu fara til vælgerandi endamál

Kim Simonsen

Tað er sum Hugo von Hoffmannsthal tók til, at: »11 september 2001 kemur at standa fyri nógv í søguni hjá mannaættini, m. a. at málið sjálvt sveik, málsins tøgn, fyri »kríggj«, »brotsverk«, »fíggindi«, »sigur« og »yvirgang«  hugtøkini upploysast í munninum sum rotnir soppar.«
Tað er enn ófatuligt hjá okkum at skilja teir ræðuleikar, ið raktu tey sum arbeiddu í World Trade Center í New York hendan dagin.
Kanningar hava prógvað, at meiri enn 200 fólk lupu í deyðan hendan morgunin.
Kunnu vit fata slíkt, ið bert minnir okkum um konsetratiónslegurnar hjá Hitler, har fólk ofta heldur lupu á elhegnini og í deyðan, enn at lata sær alt líka, og um tey sum flýddu um markini frá Eystureuropa og sjálvandi vóru skotin í ryggin rennandi. Heldur verða skotin enn at liva í eitt nú DDR?
Filmurin verður vístur í 2000 biografum í USA.
Í USA byrjaði hann at ganga 9. august, men hjá okkum kemur hann í dag, 22. september.
Tey sum fáa pening eru: »The World Trade Center Memorial Foundation«. Hesin grunnur er í løtuni við at gera eina minnilund. Hesin grunnur hveur sum ætlan at savna 300 milliónir dollarar til hesa verkætlan.
Ein annar stovnur er »The Tribute WTC Visitor Center« fyri familjurnar frá 11. september. So eru tað »The New York Police and Fire Widows og Childrens Benefit Fund«. (Kelda: UIP.