Bygging
Skála kommuna er í vøkstri.
Í løtuni standa eini 10 nýggj sethús í gerð, og alt bendir á, at uppaftur fleiri hús verða bygd sum frá líður.
Kári Johannesen, bygdaráðsformaður, sigur, at tvey av húsunum standa í gerð Úti á Fløtum og hini á nýggju útstykkingini inni í bygdini.
Tøk grundøkir
- Vit hava nøkur grundøkir eftir, sum ikki eru umbiðin, og haraftrat er kommunan í holt við at endurskoða býarætlanina við tí fyri eyga at fremja eina nýggja útstykking.
Kári væntar, at eini 12 grundøkir verða tøk í útstykkingini, sum kommunan nú fer at seta skjøtil á.
- Jú, her er ein ávísur gravgangur eftir grundøkjum í løtuni.
Spurdur, hvat eitt grundøki kostar á Skála, sigur hann, at prísurin liggur um 40.000-45.000 krónur, og tá hevur tann, sum setir búgv, atgongd til kloakk, vatn og el.
Barnatalið veksur
Kári Johannesen sigur, at barnatalið í Skála kommunu er vaksið seinastu árini og dagrøktarskipanin, sum hevur havt 26 børn inni í skipanini, hevur nú 50.
- So, vit kunnu siga, at her grør um gangandi fót, leggur bygdaráðsformaðurin aftrat.