10 nýggj partafeløg eru skrásett í partafelagsskránni, sambært Business-Line.
Umframt tey bæði nýggju smápartafeløgini, sum Faroe Ship hevur skrásett í samband við byggingina av nýggjum skipum, eru fleiri onnur feløg skrásett.
Teitur Lassen hevur skrásett eitt íverksetarafelag, Ravnating, sum skal reka alt vanligt virksemi innan tónleik, so sum framleiðslu, framførslu og sølu.
Fýra nýggj feløg eru stovnað, sum skulu reka íløguvirksemi. Hetta er tí at eitt verandi felag verður avtikið og býtt millum teir fýra eigararnar, sum stovna nýggj feløg.
Eitt nýtt fastognarfelag er eisini sett á stovn, Faroe Homes. Leif Anderssen úr Fuglafirði er stjóri í felagnum.