10 nýggir exam.art?ar

Hósdagin fingu 10 studentar exam.art.-prógv á Føroyamálsdeildini.

Tey hava lokið 2 ára útbúgving í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum.
Fyrstu exam.art.-prógvini vórðu útskrivað í 1979, og nú verður seinasti árgangurin útskrivaður, tí nýggj kunngerð er komin fyri útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum.
Exam.art. fellur nú burtur, og í heyst fara nýggir studentar undir B.A.-útbúgving í føroyskum, sum er 2 ára støðisnám umframt 1 B.A.-ár. Tó hava tey, sum eru í holt við exam.art.-nám, høvi til at gera tað liðugt.
Í røðu síni segði Malan Marnasdóttir, rektari, millum annað:
- Nú kunnu tit prýða tykkum við heitinum exam.art. Tað er ein latínsk stytting fyri examen artium, ið merkir eitt prógv í fríu listunum, tað eru hugvísindini. Latín var fyri langari tíð síðani felags mál hjá vísindafólkum, tí eru styttingar fyri prógv og gradir ofta latín.
- Tit hava verið arbeiðssom og hava verið upp í 10 lærugreinum og í summum hava tit skrivað drúgvar heimauppgávur. Uppgávurnar røkka frá kvæðum og sagnum. Onkur hevur skrivað um stóra sálmaskaldið Thomas Kingo, og ein hevur skrivað um Fuglkvæðið. Holberg er altíð aktuellur og tvey hava skrivað um leikir hjá honum, Kannustoyparan og Erasmusar Montanusar, sum eisini varð spældur, meðan tit hava lisið. Tit hava bent norrønar stovnar, havt lisið málfrøði og mállæru, so eingin stendur tykkum kurl.
- Eg vil fegin ynskja foreldrum tykkara, makum og børnum hjartaliga tillukku við avriki tykkara, tí uttan teirra hjálp og stuðul hevði tað óiva ikki borið so væl til, segði Malan at enda í røðu sínari.