10 nýggir A-venjarar

Leygardagin fingu 10 føroyskir fótbóltsvenjarar pappír upp á sonevndu A-útbúgvingina. Hetta er hægsta stigið í venjaraútbúgvingini hjá FSF, og í dag er eitt krav, at venjari sum minstakrav skal vera í holt við at taka A-útbúgvingina, um hesin vil venja lið í fremstu mansdeildini. Teir 10, sum tóku prógv leygardagin, eru Aleksander Djordjevic, Meinhardt Dalbúð, Jón Simonsen, John Petersen og Áki Johansen. Fremst frá vinstru: Sigfríður Clementsen, Anton Skoradal, Rúni Nolsøe, Jógvan Hendrik "Hegga" Samuelsen og Abraham Løkin.