Tað kendist sum eitt satt vónbrot at tapa heili 4-1 eftir ein góðan innsats móti Svøríki.
- Eg haldi, at vit spæla tríggjar av fýra hálvleikum væl, men tað vóru serliga teir fyrstu 10 minuttirnir av seinna hálvleiki í kvøld, sum kosta okkum dýrt, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Hesa løtuna skoraði Írland sum kunnugt tvey mál, og tað var eitt vónbrot.
- Tað kendist væl at koma inn til hálvleiks, og vit vóru eisini klárir til at seta trumf á, men so hendir hetta í byrjanini av seinna hálvleiki. Vit mugu siga, at fyrsta málið var sera giott, men at vit ikki megna at reisa okkum beinanvegin og heldur lata teir fáa eitt mál aftrat, tað er ikki gott, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Ikki tí, føroyingar sóu út til at hava møguleikan at koma aftur í aftur.
- Tað var eitt sindur av smáspæli á miðjuni sum endar við einum innleggi, har Arnbjørn ger eitt sera gott mál. Tá føldu vit, at vit vóru við aftur í dystinum, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Hann heldur, at um hepni var við okkum, kundu vit fingið eitt mál aftrat.
- Men so kom triðja málið, og so var dysturin avgjørdur. Men eg haldi kortini ikki, at 4-1 var ein røtt mynd av dystinum í dag, og Fróði var eisini nær við móti endanum, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Hann sigur, at sum dysturin leið, fóru kreftirnar at ganga undan.
- Tá 65-70 minuttir vóru farnir byrjaði beinini at siga frá. Vit høvdu eisini stríðst ógvuliga hart, og móti endanum byrjaðu kreftirnar at ganga undan, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Hann heldur, at mátin, føroyingar spæla við at trýsta nógv og renna nógv eftir bóltinum, kostar kreftir. Men enn verður eingin hvíld hjá áleyparanum.
- Vit hava einar 5-6 dystir eftir, og skulu venja fram til 13. desember, tá leigusáttmálin við Fredericia gongur út, sigur Jóan Símun Edmundsson.
- So gongur leiðin aftur til Viking Stavanger, so vítt eg havi skilt. So ætli eg mær at royna mítt ítarsta í uppstartinum komandi. Men nú mugu vit so síggja, hvat Viking sigur, og hvat Fredericia sigur, sigur Jóan Sìmun Edmundsson.