Eysturoyar Røktar-og ellisheim
Í mong, mong ár hevur morgunlesturin í Kringvarpinum uttan iva havt ein sera stóran lurtaraskara og hevur henda sending verið til gleði og signing fyri mong. Tað skal Kringvarpið hava tøkk fyri!
Tað at morgunlesturin varð endursendur kl. 9.50 gjørdi, at øll tey, sum ikki vóru “á fótum” kl. 7.05 fingu lut í endursendingini kl. 9.50.
Hesi “øll” ið sipað verður til, eru tey mongu av okkara landsmonnum og kvinnum, sum búleikast á sambýlum og røktarheimum kring landið. Hetta at lurta eftir morgunlestrinum júst kl. 9.50 gjørdist ein fastur táttur í dagligdegnum. Vit vita hvønn týdning júst hesir 10 minuttur hava havt fyri hesi mongu!
Ikki er tað tí so løgið at tey í dag harmast stórliga, at júst hesir 10 minuttir av skránni hjá Kringvarpinum er strikaðir! 10 minuttir av eini døgnskrá uppá 1440 minuttir!
Øll kunnu mistaka seg-sjálvt tann besti! Her hevur Kringvarpið,ella tey ið har ábyrgdast fyri hesum,stórliga mistikið seg!
Tí skal mín einfalda og innarliga áheitan á Kringvarpið verða: Rættið misstakið og latið hesar 10 minuttirnar aftur koma til sín rætt!
Tey íð búgva og vit, ið starvast á sørsta røktar-og ellisheimi í landinum vita hvønn týdning júst endursendingin kl. 9,50 hevur havt og eri eg sannførdur um, at búfólk eins væl starvsfólk á sambýlum og hinum røktarheimunum kring landið eru av somu áskoðan og taka undir við hesi áheitan!
Somuleiðis ivist eg ikki eina løtu í at flestu pensionistar og onnur við høvdu bæði verið fegin og takksom fyri, at nevndu 10 minuttir aftur komu á skrá.
Vildu fegin frætt frá Kringvarpinum hvørja lagnu hendan áheitan fær.









