Góðu tíðirnar í Føroyum síggjast aftur í lønarútgjaldingunum. Í fjør vóru 10.063.514.000 krónur goldnar út í lønum í Føroyum. Vøksturin seinnu árini hevur verið støðugur, upplýsir Hagstovan.
Útgoldnu lønirnar eru lýstar árliga á myndini niðanfyri.
##med2##
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Í 2019 var parturin hjá monnunum 62,8% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 37,2%. Tað er næstan sama býtið sum árið fyri, tá ið menninir áttu 62,6% og kvinnurnar 37,4% av lønargjaldingunum.
##med3##
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. 63,7% av lønargjaldingunum vóru í 2019 útgoldnar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20,1% í fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu og 16,2% í byggivinnu og aðrari tilvirking.
##med4##
Høvuðsvinnugreinabólkar
Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, fiskiskapur, ali- og kryvjivirki, ráevnisvinna, fiskavøruídnaður og ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, annar ídnaður, bygging og orku- og vatnveiting.
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, gistihús og matstovuvirki, sjóflutningur, flutningur annars, postur og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur og felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m., landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar, undirvísing og heilsu- og almannaverk
Lønargjaldingar
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.
Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppí uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.