Um fíggjarlógaruppskotið verður endaliga samtykt, sum tað er samtykt við 2. viðgerð, so verða í 2011 brúktar 10 milliónir til Granskingarlund. Ein av broytingunum, sum tingið við 2. viðgerð í kvøld samtykti í fíggjarlógini sambært tilmælinum hjá fíggjarnevndini er, at 10 milliónir krónur verða játtaðar til Granskingarlund.
Í álitinum verður hetta lýst soleiðis:
Ætlanin er at umbyggja hølini hjá Vinnuframagrunninum á Hoyvíksvegnum til eisini at
virka sum biotøknilig granskarapark og innovasjónsdepil. Verkætlanin verður framd í
samstarvi við almennar stovnar og vinnuna, og kostnaðurin er fyribils mettur at verða uml.
10 mió. kr. Í 2011 er ætlanin at innrætta kanningarstovur og onnur arbeiðs- og felagshøli.
Granskaraparkin skal, eins og tað varð lýst í tilmælinum um granskarapark frá 2005, stuðla
vinnuligari menning, nýhugsan og nýskapan við at stimbra og menna
sambond og samskifti millum íverksetarar, granskarar, serfrøðingar og vinnulív.
Vitanarvinnur mennast í samvirki millum hægri lærustovnar, sektorgranskingarstovnar og
vinnuna. Lagt verður tí upp til, at eisini almennir stovnar, sum granska og gera biotøkniligar
royndir, kunnu hava partar av sínum virksemi í granskaraparkini, saman við granskarum úr
vinnuni og íverksetarum.
Granskaraparkin verður skipað sum eitt partafelag, ið verður sett á stovn av P/F Fiskaaling
saman við øðrum pørtum. Kanningarstovurnar í granskaraparkini verða útgjørdar við
framkomnum granskingartólum, ið luttakandi stovnar og verkætlanir taka við sær í parkina.
Soleiðis verður so líðandi ein biotøknilig tólpark uppbygd til alt tað føroyska
granskingarumhvørvið, alment og vinnuligt, at gagnnýta.