- Tað er ikki rætt, at ein politiskur flokkur skal eiga eitt blað, tað eru vit samd um. Vit hava nú 10 mió kr, sum vit skulu brúka til politiska arbeiðið hjá flokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Enn standa hesir pengar á bók, tí flokkurin hevur gjørt av, at einki oyra skal brúkast, fyrr enn ein greið reglugerð er gjørd um, hvussu pengarnir skulu kunna nýtast.