10 metra fallið lógarbrot

 
Tann 17 ára gamli unglingin, sum mikumorgunin í farnu viku var fyri arbeiðsóhappið, tá hann datt gjøgnum plexiplátu á tekju, kann vænta sær endurgjald, og at málið verður koyrt til fútan.
Arbeiðseftirlitið hevur kannað málið og sagt verður, at tað er sannlíkt, at brot er framt á arbeiðseftirlitslógirnar. Um ein plexipláta er í tekju, so er hetta at meta sum hol í tekjuni, og skal hetta holið tískil dekkast til ella skermast av.
Men plexiplátan í tekjuni á bygninginum hjá Farmaleiðum, har ungi maðurin datt tíggju metrar ígjøgnum, var ikki avbyrgd ella dekkað til. Holið var ein metur ganga tríggjar metrar til støddar.
Av Arbeiðseftirlitinum verður sagt, at frágreiðingin er liðug, men at hon er ikki almannakunngjørd enn. Men av Arbeiðseftirlitinum frætta vit, at væntandi verður málið koyrt til fútan, tí í prinsippinum er lógarbrot framt.Tann 17 ári gamli maðurin, sum varð fyri óhappinum, breyt annan skøvningin og báðar armarnar.