Um tað var onkur, sum hevði roknað við, at tað skuldi verða spennandi, og at Vestmenningur fór at bjóða argjamonnum av, so var róðurin í dag eitt vónbrot.
Drekin Reyði sprakk beinanvegin avstað, og so var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða hjá 10-mannafarinum hjá Argja Róðrarfelag. Tá ið reyði báturin fór um málið, hevði Vestmenningur tvær bátslongdir á mál, og so var meiri enn leyst aftur til Havnarbátin, Eysturoying og Ormin Langa, sum var aftastur.
Hetta er fyrsta árið, at Argja Róðrarfelag bjóðar seg fram við egnum 10-mannafari, og longu undan ólavsøku er tað greitt, at Drekin Reyði í fyrstu royndini hevur vunnið FM.
| 10 mannafør | ||||
| 1 | Drekin Reyði | 04:09.15 | ||
| 2 | Vestmenningur | 04:14.08 | ||
| 3 | Havnarbáturin | 04:18.23 | ||
| 4 | Eysturoyingur | 04:21.12 | ||
| 5 | Ormurin Langi (RK) | 04:26.01 | ||
| 1 | Drekin Reyði | 42 | ||
| 2 | Havnarbáturin | 30 | ||
| 3 | Eysturoyingur | 27 | ||
| 4 | Ormurin Langi (RK) | 24 | ||
| 5 | Vestmenningur | 12 | ||
| 6 | Klaksvíkingur | 6 |










