Fráveran var stór til tingfundin mikudagin. 4 tingmenn, løgmaður, 4 landsstýrismenn og ríkisumboðskvinnan møttu ikki.
Løgtingsmenninir, ið ikki møttu, vóru Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum, Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum og Marjus Dam úr Sambandsflokkinum.
Landsstýrismenninir, ið ikki møttu, vóru Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen Niclasen og Signar á Brúnni.