10 lotto-milliónir aftrat til Grønlands

Leygardagin fekk Grønland sín triðja lotto-millióning - bert í ár, altso. Ein spælari í Nanortalik kann nú síggja fram til at fáa 10 mió krónur á konto sína.

Tey sjey vinnaratølini fullu soleiðis, at øll tann fyrsta premiu-puljan setti kós ímóti Grønlandi.

Her hevði ein vinnari, ið sum tann einasti hevði øll vinnaratølini á sama seðli. Seðilin varð keyptur í Brugsen Nanortalik, sum, um áhugi er fyri tí, liggur á Lundip Aqqutaa B 376.

Hetta er triði Lotto-vinningurin í millióna-flokkinum sum er farin norður hagar í ár. Hinir báðir vinnararnir hava verið búsettir í Nuuk - í viku níggju vann ein spælari 6,1 mió og í viku 22 ein annar 10 mió krónur. Við hesum eru 68 spælarar vorðnir millióningar higartil í ár í Lotto-spølunum.

Danske Spil hevur enn ikki frætt frá vinnaranum.