10 línuskip til fiskiskap

Væntandi er, at nøkur línuskip koma inn at landa í vikuni sum kemur.

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at seks línuskip eru undir Íslandi, og fýra eru undir Føroyum. Væntandi fer okkur skip út aftrat í vikuskiftinum.

 

- Línuskipini undir Íslandi fáa mest av toski, blálongu, brosmu og so nakað av longu og hýsu. Vit rokna við, at tvey av skipunum, sum eru undir Íslandi, koma inn at landa síðst í vikuni sum kemur.

 

Hini eru línuskipini eru nýliga byrjaði túr, og tey koma neyvan inn aftur fyrr enn í aðru viku.

 

- Línuskipini undir Føroyum fiska mest longu, brosmu, tosk, svartkalva og blálongu. Møguliga landa tvey av hesum skipum mánadagin og so landar annað - og møguliga bæði - seinni í vikuni, sum kemutr, sigur Fiskamarknaður Føroya.