10 leikarar at halda eyga við

ÍtróttarSosialurin: Í ÍtróttarSosialinum í dag er tátturin 10 ungir leikarar at halda eyga við

Í ÍtróttarSosialinum, sum í dag kemur á gøturnar, ber til at lesa um 10 ungar leikarar frá árgangi 2000 og 2001, sum eyga serliga skulu havast við til framtíðina. Ein av teimum er Andrias Edmundsson, sum hevur verið í stórari menning seinastu tvey árini.

 

Eisini ber til at lesa um a-landsliðið í hondbólti, sum í farnu viku spældi HM-undankapping í Italia. Sosialurin var við í Italia, og hevur spennandi dagbók um teir sjey dagarnar til HM-undankappingina.

 

Les eisini um at føroyameistarin nú í minsta fær fýra dystir í altjóða fótbólti um árið, samanborið við tveir dystir, ið tað áður hevur verið. Harafturat ber eisini til at lesa um nýggju multihøllina á Hálsi, har samrøða millum annað er við borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Anniku Olsen.

 

Til ber at keypa Sosialin á netinum við at trýsta á her.