Umhvørvisstovan upplýsir á heimasíðu síni, tað gerast alt fleiri kommunur, sum fáa spillvatnsviðurskiftini uppá pláss.
Í løtuni er talan um fimm kommunur: Eiðis, Skálavíkar, Fámjins, Hovs og Sumbiar kommunur, ið hava fingið viðurskiftini við spillvatnið í rættlag.
Umhvørvisstovan fekk spillvatnsætlanir frá øllum kommunum í 2010 og hvørt ár ger Umhvørvisstovan eftirlitskanningar, fyri at tryggja, at arbeiðið verður gjørt. Tað bleiv gjørt eftir at ein kunngerð kom í gildið í 2009, sum álegði øllum kommunum at gera eina spillvatnsætlan sambært umhvørvisverndarlógini.
Fuglafjarðar, Fugloyar, Hvannasunds, Kunoyar og Viðareiðis kommunur væntast at verða lidnar við ársenda og sostatt verða umleið 10 kommunur, ið hava fingið viðurskiftini í rættlag.