10. gullradio hjá Rás2 verður í morgin

Rás2 heiðrar á 10. sinni FM-vinnarunum í fótbólti. Klokkan 12.30 til klokkan 16 verður gullradio fyri FM-vinnarunum hjá Víkingi

Á 10. sinni verður "Gullradio" á Rás2, har Rás2 ein heilan seinnapart ger nógv burturúr FM-vinnaranum í fótbólti. Ì 2007 hevði Rás2 gullradio fyri NSÍ. Ì 2008 og í 2012 hevði Rás2 gullradio fyri EB/Streym. Í 2009, 2010 og í 2013 hevði Rás2 gullradio fyri HB, og í 2011, 2014 og í 2015 hevði Rás2 gullradio fyri B36.

 

 

Í morgin millum klokkan 12.30 og klokkan 16 verður gullradio fyri Víking á Rás2.

 

 

 

 

 

Skráin fyri Gullradio á Rás2 í morgin :

 

 

 

 

1. Kavalkada við hæddarpunktum, samrøðum og málfrásøgnum frá teimum seinastu umførunum í effodeildini, har byrjað verður við 23. umfari, har Víkingur tapir 1-2 ímóti KÍ á heimavølli. Vit hoyra málini frá Víkingur-NSI 2-0, Víkingur-TB 1-0, 3-0 málið hjá AB ímóti KÍ, tá alt vendi, Víkingur-B36 2-0, og málini AB-Víkingur 1-3. Kavalkadan endar við steypahandanini. Tað eru hesi síðstu fimm umførini, sum hava definerað Víking í ár.

 

 

 

2. Samrøða við Hans Jørgen Djurhuus, Víkinga-leikara

 

3. Samrøða við Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu

 

4. Samrøða við Brand Jacobsen, formann í Víkingi

 

5. Samrøða við Jógvan Óla Kristiansen, Ultras

 

6. Samrøða við Rúna Klein Joensen, kendan Víkinga-fjeppara

 

7. Samrøða við Svenn Olsen, stóran Víkinga-fjeppara

 

8. Samrøða við Hanus Jacobsen, Víkinga-leikara

 

9. Samrøða við Ólav Thomsen, formann í effonevndini hjá Víkingi

 

10. Samrøða við Jan Dam Vang frá ungdómsnevndini hjá Víkingi

 

11. Samrøða við Atla Gregersen, liðskipara hjá Víkingi

 

12. Samrøða við Sølva Vatnhamar, Víkinga-leikara

 

13. Samrøða við Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjara hjá Víkingi

 

 

Inn ímillum verða heilsur til Víking lisnar, sum koma inn á 559999, og spældir verða Víkinga-sangir millum samrøðurnar.

 

 

Gullradio verður endursent leygardagin millum klokkan 12.30 og 16. Ljóðsamrøðurnar frá gullradio verða lagdar út á in.fo seinnapartin leygardagin.