- Danska Kræftens Bekæmpelse hevur givið út ein faldara við 10 góðum vanum, sum kunnu hava ávirkan á krabbamein.
Hetta hevur danska Kræftens Bekæmpelse skrivað.
1 – Ansa eftir vektini. Tað besta er at hava eitt BMI millum 18.5 og 25, uttan ov nógv feitt á búkinum. Men tað mest umráðandi er, at tú ikki leggur teg út – eisini hóast títt BMI er hægri enn 25. Yvirvekt er krabbameinselvandi, tí tað økir um mongdina av insulin og kynshormonum í blóðinum og gevur ein kroniska støðu av betendilsi í kroppinum. Tú kanst sleppa undan at leggja teg út við at eta og drekka minni. Eisini bara 10 prosent minni inntøka av mati og drekka ger mun í longdini.
2 – Etið meira fullkorn. Fullkorn ávirkar tarmarnar, og tað er gott fyri sodningina og at halda maganum koyrandi. Samstundis er innihaldið av vitaminum, mineralum og øðrum góðum evnum høgt. Hesi evni eru við til at fyribyrgja krabbamein. Hygg eftir fullkornsmerkinum, tá tú keypir breyð. Tað verður viðmælt, at tú etur 75 gramm um dagin, tað svarar til eitt nú eina skál av havragrýni og eina rugbreyðsflís.
3 – Halt teg burtur frá tilgjørdum kjøti. Eitt nú royktum, saltaðum ella turkaðum kjøti. Tað er eitt nú fleiri sløg av viðskera og pylsum. Gransking vísir, at tilgjørt kjøt økir vandan fyri krabbamein í tjúk- og endatarminum. Tað verður tí viðmælt, at man sleppur sær heilt undan tilgjørdum kjøti – men at minka um nýtsluna er eisini gott.
4 – Etið meira frukt og grønt. Hesi innihalda fleiri vitaminir og mineralir, so tey metta væl og kunnu taka plássi hjá ósunnum matvørum. 600 gramm um dagin er viðmæli, og tað svarar til tríggjar fruktir og 300 gramm av grønmeti, har av helmingurin skal vera grovt grønmeti, sum til dømis kál og rótfruktir.
5 – Venjið hvønn dag. Tað verður viðmælt, at man rørir seg minst hálvan tíma hvønn dag. Fyri børn er talið ein tími. Tað kann vera alt frá at súkkla til arbeiðis, at ganga ein skjótan túr, at ganga í trappum, vaska í heiminum og so framvegis – alt sum viðførir, at man er í gongd. Hetta fyribyrgir krabbamein, tí tað er við til at halda vektini niðri ella á fastari legu.
6 – Syrg fyri at røra teg í arbeiðstíð. Tað sunnasta er, at ein rørir seg sum mest møguligt. Tað er eins umráðandi, at man situr so lítið sum møguligt. Um tú hevur ein starv, har tú situr fyri tað mesta, so eigur tú at reisa teg hálva hvønn tíma, ganga nakað og strekkja teg.
7 – Súkkla teir stuttu túrarnar. Um tú súkklar ein hálvan tíma í róligum tempo, so brennir tú millum 125 og 150 kaloriur. Tað svarar til eitt glas av reyðvíni ella eitt stykki av kaku. Harumframt liva súkklarar 4-5 ár longri enn fólk, sum ikki súkkla.
8 – Avmarkað tína rúsdrekkanýtslu. Kvinnur eiga ikki at drekka meira enn sjey eindir um vikuna, meðan menn ikki eiga at drekka meira enn 14. Rúsdrekka er krabbameinselvandi, og vandin fyri at fáa krabbamein økist í tráð við nøgdina av rúsdrekka, sum verður tikin innanborðs. Kanningar vísa, at sjálvt ein minni nýtsla av rúsdrekka, kann økja um vandan fyri krabbamein á tey organ, sum rúsdrekka kemur í beinleiðis samband við. Tað vil siga frá munni til endatarm. Harumframt økir rúsdrekka um vandan fyri bróstkrabba.
9 – Blaka sigarettirnar. Royking økir um vandan fyri 15 sløg av krabbamein. Annað hvør roykjari doyr av royking. Tað er ongantíð ov seint at steðga, tí ávirkanin á heilsuna er stór, so skjótt ein gevst at roykja.
10 – Kanna tína húð. Móðurmerkjakrabbi og húðkrabbi kann lekjast, um tað verður uppdagað í góðari tíð. Hygg eftir hvussu tú ger, á heimasíðuni tjekdinhud.dk. Uv stráling frá sól og solarium er al oftast orsøk til krabbamein í húðini. Tað er serstakliga umráðandi at verja børn frá sólini. Jú fyrr barnið fær uv stráling á seg og verður brent av sólini, jú størri er vandin fyri at barnið fær krabbamein í húðina seinni í lívinum.