Høvuðpína, møði og irritatión tá tú andar, eru alt viðurskifti, sum tú kanst uppliva, um tú hevur eitt vánaligt inniumhvørvi. Danska brúkararáðið Tænk sigur, at fólk kunnu fáa álvarsamar sjúkur ella fáa verri sjúkueyðkenni, um inniumhvørvið er vánaligt. Tí hava tey gjørt 10 góð ráð um, hvussu tú heldur inniumhvørvi sunt.
1 – Lufta út fleiri ferðir um dagin
Tað er skilagott at lufta út fleiri ferðir um dagin. Tænk sigur, at gjøgnumtrekkur í 5 til 10 minuttir tríggjar ferðir um dagin, er tað besta. Hetta tryggjar optimala luftvætu í heiminum. Tá tú gert húsið reint, inniber tað samstundis, at støv flýgur runt í heiminum. Tí er umráðandi at minnast til at lufta út, meðan tú vaskar.
2 – Gott at dustsúgva minst einaferð um vikuna
Støvmidur og skaðilig evni eru í støvi. Tí ert gott at dustsúgva væl minst einaferð um vikuna. Um fleiri fólk búgva í lítlum húsum, so er gott at dustsúgva oftari. Sama er galdandi, um tit hava djór. Dustsúgv eisini elektroniska útgerð.
3 – Turka klæðini uttanfyri ella í turkitrumlu
At turka klæðini innandura viðførir hægri luftvætu. Tískil er best at turka klæðini uttandura ella í turkitrumlu. Lufta út í longri tíð, um tú kortini velur at turka klæði inni.
4 – Dýnur og koddar skulu vaskast
Støvmidur eru at finna í hópatali í dýnum og koddum. Hesar kunnu drepast við at vaska dýnurnar og koddarnar við minst 60 stigum triðja hvønn mánað.
5 – Eymhettan skal brúkast og reinsast
Eymhettan skal takast í nýtslu, hvørja ferð tú gert mat. Eitt opið vindeyga er ikki nógv mikið, um tú ynskir gott inniumhvørvi. Eymhettan verjir heimið móti trupulleikum við fukti og blámusoppi.
Somuleiðis er umráðandi at reinsa eymhettuna, tí soleiðis fær hon betri tikið tey evni, sum verða útskild tá tú gert mat. Um tín eymhetta kann halda einum A4 pappíri, so er súgvingarstøðið nóg høgt.
6 – Sløkk elektronikkin
Tað er best at sløkkja tólini, tá ið tú ikki nýtir tey. Tá ið teldur, flatskíggjar og blendarar standa frá leingi, verða tey heit og harvið hava tey neiliga ávirkan á inniumhvørvið.
7 – Livandi ljós skaðar inniumhvørvið
Kertuljós eru skaðiligt fyri inniumhvørvið, bæði tí tey lata sótleivdir frá sær og tí parfumuevni eru í teimum. Royking er sjálvsagt eisini skaðiligt fyri inniumhvørvið.
8 – Umhvørvismerktar vørur hava minni skaðilig evni
Vaskievni og máling innihalda kemisk evni, sum spreiða seg runt í heiminum, tá tú nýtir tey. Um tú heldur nýtir umhvørvismerktar vørur, so sleppur tú undan kemisk evnunum.
9 – Nýt spray uttandura
Spraydósir lata lítlar partiklar frá sær, sum út andar í teg, og sum seta seg í møblar í heiminum. Tí eigur tú altíð at spraya uttandura, um tú eitt nú skalt spraya skógvar. Skalt tú hinvegin brúka hárspray, deodorant ella líknandi gerandisvørur, so eigur tú at halda ondini, meðan tú gert tað.
10 – Nýggir møblar skulu standa í frið
Møblar, sum eru nýggir, kunnu innihalda skaðilig evni. Latið tí nýggjar møblar standa í einum rúmi, sum tú ikki nýtir so nógv, so tey skaðiligu evnini kunnu dampa av møblunum. Lufta eyka væl út, tá ið tú hevur nýggjar møblar.
Hesar tilráðingarnar hevur danska brúkararáðið Tænk latið gjørt.