Túsundtals rakettir, heksaýl, stjørnur og stjørnukastarar verða í kvøld skotin um alt landið, men vónandi koma vit øll gjøgnum nýggjárshaldið uttan varandi mein.
Her eru 10 góð ráð, tá tú fert út at skjóta.
1. Nýt trygdarútgerð
2. Les brúkaravegleiðingina neyvt, um ein slík finst.
3. Kanna eftir, at fýrverkið ikki hevur fingið skaða.
4. Tryggja tær, at fýrverkið ikki kann koppa.
5. Nýt tendristav, sigarettglóð ella líknandi at tendra við.
6. Set teg at húka, tendra fjúsið við strektum armi og renn so langt burtur sum gjørligt.
7. Boygg teg ongantíð yvir tendrað fýrverk.
8. Ikki tendra fýrverkið umaftur, um tað ikki riggaði fyrstu ferð.
9. Halt stóra fjarstøðu, tá skotið verður.
10. Rúsdrekka og fýrverk eru ein vána blanding.