10 góð ráð

- til tey sum ikki ynskja at vera væl fyri kropsliga

* Nýt altíð bilin í staðin fyri at ganga, hvussu stuttur túrurin enn er

* Spill ikki tíðina burtur við gongutúrum

* Nýt allar pausur til at sita stillur

* Slappa av tá tú hevur frídagar og feriur - ger einki kropsligt arbeiði

* Syrg fyri at hava eina umbering klára um onkur vil hava teg við á ein gongutúr

* Um tú verður yvirtalaður at koma við ein gongutúr, syrg so fyri at tað bert verður hesa einu ferðina

* Gakk ongantíð longur enn tú er noyddur

* Nýt altíð lyft ella rullutrappur - ikki trappurnar

* Halt teg frá øllum kropsligum aktiviteti

* Hav tann hugburð at kropsligur aktivitetur er keðiligur, tápuligur og spill av tíð - og sig tað við øll tú kennir.

Kelda: Sunnhetsbladet