10 flokkur til Eysturskúlan!

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, hevur púra rætt í sínari grein, har hon edurgevur tað, umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt

»at mett varð at ov fáir næmingar eru til at skipa tvær 10. flokseindir við nøktandi undirvísingartilboði. At endamálið við 10. flokki er, at næmingurin meira enn áður skulu kunna seta saman sína egnu útbúgving. Bert við einum rímiliga stórum næmingagrundarlagi kunnu skúlarnir bjóða nøktandi lærugreina- og breytatilboð. Býráðið hevur tikið avgerð um at skipa nýggju skúlarnar í kommununi úr 1. upp í 9. flokk. Rætt er at lata henda leistin galda fyri allar skúlar í kommununi, og skipa eina sjálvstøðuga 10.. floks eind at taka ímóti næmingum úr øllum skúlunum við tí fyri eyga, at 10. flokkur verður byrjanin til eina útbúgving.«
Eftir at hava nærlisið álitið um 10. flokkarnar í Havn, fari eg mæla til taka niðurstøðuna í álitinum, at tað skal vera ein eind og hon skal vera í Eysturskúlanum. Tað fer at kosta 25 til 35 milliónir til ábøtur í Kommunuskúlanum, um tað skuldi vera 2 eindir tvs. ein í Eysturskúlanum  og ein í Kommunuskúlanum. Eg kenni bæði næmingar og lærarar á báðum skúlum, men eg eri politikari og taki støðu sum politikari í hesum máli og ikki útfrá, um eg kenni onkran har ella her - soleiðis er tað í politikki, tú fornermar onkran og ger onkran annan í betri lag. Men her skal ein støða takast í býráðnum, og tað verður ikki seinastu ferð, at slík mál koma fyri. Annars havi eg stórt rós til tað arbeiði sum báðir skúlar arbeiða við í 10 flokkunum.
Eftir hava fylgt við kjakinum um 10. flokk málið, og tær upplýsingar sum eg havi í málinum, er tað tann rættasta loysnin at hava eina eind og hon skal vera í Eysturskúlanum.