Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2017 eru 6.000 tons sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir.
Fiskimálaráðið fekk 16 umsóknir um part av hesi kvou – tilsamans varð søkt um 29.360 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 10 umsóknir játtaðar tilsamans 6.000 tons av norðhavssild.
Fiskimálaráðið boðar frá at í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningarvirðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.
Hesar eru tær 10 verkætlanirnar, sum hava fingið kvotu:
1. Ein verkætlan við 8 skipum og framleiðslu á tveimum smærri virkjum á landi hevur fingið tillutað 1.100 tons av norðhavssild. Endamálið er at víðari góðska ymiskar vørur (flaps, flak, heilfryst) bæði sum frystar vørur og sum saltaðar vørur. Øll virðisketan íroknað sølu er við i verkætlanini.
2. Ein onnur verkætlan við trimum skipum saman við smærri virki hevur somuleiðis fingið tillutað 1.100 tons av norðhavssild. Verkætlanin hevur til endamáls at fáa gongd á aftur framleiðslu av ymiskum saltaðum vørum til útflutnings. Framleiðslan er málrættað og í samstarvi við virkir í einum norðurlendskum keypara landi.
3. Ein verkætlan við 5 skipum, knýtt at minni framleiðsluvirki, hevur fingið tillutað 1.100 tons av norðhavssild fyri at samskipa fiskiskap, landing, flutning og víðarigóðsking á landi og marknaðarføring.
4. Eitt verksmiðjuskip hevur fingið tillutað 300 tons av norðhavssild, sum verða nýtt til at seta gongd á víðariframleiðslu av einari serstakari vøru til keyparalond í Eystureuropa (Russlandi og Ukarinu). Víðarigóðsking og marknaðarføring.
5. Eitt minni skip fær tillutað 400 tons av norðhavssild til at menna eitt sildatrol til smærri skip saman við øðrum.
6. Tvey skip saman við lemmavirki fáa tillutað 400 tons av norðhavssild at menna smærri lemmar til sildatrol til smærri skip og aðrar royndir við lemmum.
7. Ein verkætlan saman við nótaskipi fær tillutað treytaði 500 tons av norðhavssild til royndir at fiska við ljóði (ljóðtransportara á lemmunum) treytað av at teir eisini nýta part av egnari kvotu til royndirnar.
8. Ein verkætlan fær tillutað 400 tons av norðhavssild, har 2 skip saman við tveimum virkjum, skulu menna eina skiljimaskinu umborð, so møguligt er at skilja umborð. Hendan verkætlanin hevur fingið treytaða játtan (eins og fyri makrelin, at í mesta lagi 100 tons kunnu nýtast á hvørjum túri, har royndir verða gjørdar við skiling av sild umborð) og at onnur veiða má takast av aðrari kvotu hjá skipunum.
9. Eitt skip fær tillutað 300 tons av norðhavssild til at menna saman við øðrum trol, sum kann skilja smærri fiskin frá í trolinum – bremsiveggir í trolinum. (Játtanin er treytað av, at umsøkjarin kann vísa á, hvussu skiljingin kann skjalprógvast (mátast)).
10. Ein verkætlan fær tillutað 400 tons av norðhavssild at menna eitt serligt segl, sum lyftir trolið upp í sjónum, og sum kann fara upp á trumluna eisini.
Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningarvirðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni, skrivar Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.
Eins og fyrr í ár í samband við tilsøgnir um Vinnuligar Fiskiveiðiroyndir eftir makreli, verður roynt at seta nakrar serligar treytir í játtanartilsøgnirnar, sum tryggjar at tað verður gjørt, sum ætlanin er við royndunum.
Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, seinast lagi 31. desember 2017.