Í summar fer ítróttarfelagið fyri Brekað, ÍSB, til Svøríkis við einum ferðaliði á barna- og ungdómslegu fyri børn og ung við breki.
Stevnan er fyri 12-16 ára gomul børn og ung og úr Føroyum fara 10 íðkarar av stað.
Á leguni savnast børn og ung úr øllum norðurlondunum um tað, tey øll hava til felags, nevniliga ítróttin.
Í eina viku í døgunum frá 26. juni til 3. juli, verður svomið, spælt borðtennis og íðkað frælsan ítrótt, samstundis sum møguleiki er fyri at royna ymiskar nýggjar áhugaverdar ítróttagreinar.
Harumframt verður eisini skipað fyri undirhaldi, útferðum og diskoteki.
Hendan norðurlendska barna- og ungdómslegan verður hildin annaðhvørt ár og í ár verður hon í Eskilstuna, sum er einar 100 kilometrar vestan fyri Stokkholm.
- Legan er fyri ítróttaáhugaðan ungdóm. Men tað er ikki neyðugt at hava íðkað ítrótt fyrr, tí høvuðsendamálið við leguni er at fáa fleiri við breki at íðka ítrótt.
Av tí sama ber legan eisini dám av nógvum sosialum virksemi, sum gevur ungum í norðanlondum møguleikan at knýta vinabond, sigur ÍSB.
- Okkara royndir eru, at tey ungu koma heim við nógvum góðum upplivilsum, øktum sjálvsáliti og nógvum góðum vinum.
Tað ber eisini til at koma við á leguna, sum leiðari. Kravið til leiðararnar er, at teir eru minst 20 ára gamlir, er ítróttaráhugaðir og fryntligir.
ÍSB rindar allan kostnað fyri leiðarar.