10-dupult útgáva

Skuldi nakar ivast, so varð ivin beindur burtur, tá Shu-bi-dua gav út sína 30-ára jubileumsútgávu. Vanliga verður ein dupult-útgáva roknað sum nakað stórt, men Shu-bi-dua vildi nakað meira. Ikki færri enn 10 fløgur eru í útgávuni, Shu-bi-dua 200, ið ikki heilt óvæntað inniheldur 200 av sangunum hjá fólkakæra bólkinum. Sangir, sum fram um alt lýsa donsku fólkasálina og danska samleikan.