10 deyð av bumbu í íshandli í Bagdad

Ein bilbumba sprongdist við ein vælumtókan íshandil í miðbúnum í Bagdad eftir dagsetur nú fastimánaður er í sambandi við ramadanin

Ein bilbumba sprongdist við ein vælumtókan íshandil í miðbúnum í Bagdad eftir dagsetur nú fastimánaður er í sambandi við ramadanin

  

Tíggju fólk eru deyð, og 22 onnur eru særd.

 

Tað skrivar AP tíðindastovan.

 

Álopið hendi undir ramadanum, tá muslimar fasta frá dimmalætting til sólsetur í ein mánað.

 

Tá sólin setur, vera matstour og kaffistovur í irakska høvuðstaðnum tí skjótt fullar av fólki.

 

Myndugleikarnir upplýsa, at bumban var málrættað vælumtókta íshandlinum í miðbýnum í Bagdad, og at hon var løgd í ein parkeraðan bil, greiða embætismenn, sum vilja vera dulnevndir, frá.

 

Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av álopinum.

 

Islamiskur statur (IS) hevur fyrr gjørt líknandi álop. Í fjør legði hernaðarbólkurin eina bumbu í ein lastbil undir ramadanum, sum drap fleiri hundrað fólk.

 

/ritzau/