TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvat Lars Olsen, landsliðsvenjari hevði at siga í beinleiðis samrøðu við Trónd Arge á FM1 aftaná 0-2 tapið hjá føroyska landsliðnum ímóti Kosovo.
Lars Olsen staðfestir, at fyrstu 10 minuttirnir av seinna hálvleiki gjørdust dýrir tá Kosovo skoraði bæði málini hjá sær.
Lars Olsen heldur, at føroysku spælararnir stríddust tað teir megnaðu, men teir høvdu ikki tað yvirskot sum skuldi til fyri at spæla seg burturúr fleiri støðum.
Lars Olsen heldur, at Kosovo er eitt sera sterkt lið sum av røttum ikki átti at verið ein partur av bólki D í Nations League, men hann hevur vónir um í mun til tað sum hann sá í dystinum millum Aserbadjan og Kosovo í Baku, at Kosovo ikki eru eins sterkir á útivølli sum teir eru á heimavølli.