10 byggiloyvi til miðvingar

Rættiliga nógv virksemi er í bygdini í hesum døgum. Serliga sæst hesin aftur á Kirkjabø, har byggingin hevur tikið rættiligt dik á seg.

- Fleiri stykkir eru útgrivin og okkurt hús er longu komið upp, verður sagt úr Miðvágs kommunu.Í farnu viku sóust tvær maskinur lið um lið á hvør sínum stykki, so nú má sigast at gongd er komin á.Eini 10 byggiloyvir eru útskrivaði, so komandi vár standa helst fleiri hús uppi á Kirkjabø. Tað strandar mest uppá arbeiðsmegi, skilst á onkrum av eigarunum.