-1% av kostnaðinum av ný-ella umbygging hjá Eysturkommunu skal brúkast til listprýðing.
Tað er partur av nýggja mentanarpolitikkinum hjá Eysturkommunu, sum nú er latin borgarunum í kommununi til hoyringar.
Mentanarnevndin í Eysturkommunu hevur í eina tíð arbeitt við einum nýggjum mentanarpolitikki fyri kommununa.
- Fundir hava verið hildnir við feløg, stovnar og einstaklingar, sum dagliga skipa fyri og mynda mentanarliga virksemið og frálæruna í kommununi. Nú er tíðin komin til at hoyra, hvat borgarin hugsar.
Tað heldur Eysturkommuna, sum hevur lagt ætlaða mentanarpolitikkin á heimasiíðuna www.eysturkommuna.fo
Á heimasíðuni er høvi hjá fólki at gera viðmerkingar til uppleggið um ætlaða mentanarpolitikkin.
Næstu tvær vikurnar verður hoyring av upplegginum. Bæði fulla útgávan og ein stytt útgáva kunnu lesast á heimasíðuni.
- Síðan kunnu eysturbúgvar gera almennar ella privatar viðmerkingar við síni hugsan um mentanarøkið í kommununi, áðrenn uppleggið fer til endaliga viðgerð í býráðnum.
Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Eysturkommunu, vísir á, at tey fegin vilja fáa so nógvar afturmeldingar sum gjørligt.
- Bæði kritikkur, spurningar og hugskot eru vælkomin, so okkara raðfestingar í framtíðini á bestan hátt umboða tað, ið borgarin ynskir, sigur hon við heimasíðuna hjá Eysturkommunu.