10 ára garanti frá Toyota

Toyota víðkar nú tænastuna til viðskiftafólk síni. Við Toyota Relax fáa kundar okkara betri tryggleika og upp til 10 ára garanti upp á bæði nýggjar og brúktar Toyota, tá teir verða viðlíkahildnir á einum autoriseraðum Toyota-verkstaði

10 ár ella upp til 160.000 kilometrar (tað sum kemur fyrst av hesum). Somikið leingi er ein Toyota-bilur nú fevndur av garanti-skylduni hjá Toyota. Sostatt verður trygdin hjá Toyota-eigarum betrað munandi. Einasta kravið er, at bilurin fær gjørt neyðugu eftirlitini á einum autoriseraðum Toyota-verkstaði. Nýggja garanti-skipanin fevnir eisini um Lexus-bilar.

 

Nýggja skipanin verður nevnd Toyta Relax. Navnið sipar til, at hevur tú ein Toyota, ið er yngri enn 10 ár, so kanst tú slappa eitt sindur av, tí øll garanti eru galdandi, so leingi bilurin verður rætt viðlíkahildin.

 

Eisini fyri brúktar bilar

 

Í fleiri ár hevur Toyota havt Toyota veghjálp, har eitt eftirlit sjálvvirkandi ber við sær, at bilurin er fevndur av ókeypis veghjálp um alt Europa í eitt ár eftir eftirlitsvitjan á einum Toyota-verkstaði. Millumbilini til eftirlit av Toyota-bilum eru eitt ár ella fyri hvørjar 15.000 km. Umframt rættin til veghjálp gevur eftirlitið nú eisini rætt til Toyota Relax í eitt ár ella 15.000 km (tað av hesum, sum verður rokkið fyrst).

 

Og tað eru ikki bara nýggir bilar, sum fáa gleðina av Toyota Relax. Eisini brúktir bilar, har garanti-skyldan annars er runnin, fáa gleði av skipanini. Eisini hóast bilurin ikki hevur verið til øll kravd eftirlit. Fyri hesar bilar verður garanti-skyldan aftur sett í gildi, um bilurin kemur til eftirlitsvitjan á Toyota-verkstaði, og um bilurin er yngri enn 10 ár og hevur koyrt færri enn 160.000 km.

 

Fevnir breitt

 

Toyota Relax er eins víðfevnd sum vanliga garanti-skyldan upp á nýggjar bilar, og í útgangsstøðinum fevnir skyldan um alt tað, sum fær bilin at koyra. Hinvegin fevnir tað ikki um service- og slitlutir, sum verða náttúrliga slitnir undir vanligari nýtslu. Hesir lutir skulu framvegis viðlíkahaldast og skiftast, tá vanligu eftirlitini verða framd.

 

Sum dømi um hetta kunnu nevnast bremsurnar. Bremsurnar á einum nýggjum Toyota hava ABS-stýrisend, ABS-lutir, ferðmátarar, bremsuforsterkarar, bremsurør, bremsukaliparar, skivur, trumlu, klossar, cylindara, ventil o.m.a.

 

Av hesum fevnir garantiskyldan um allar lutirnar – sæð burtur frá skivum og klossum. Hetta eru lutir, sum verða eftirhugdir og – um tað er neyðugt – skiftir við eftirlitsvitjan.

 

Toyota hevur eftirroknað og gjørt ein top-10 lista fyri dýrastu umvælingarnar hjá bileigarum. Dýrasta umvælingin er at skifta motor og næst ovast á listanum er skift at gearkassa. Bæði hesar báðar og hinar átta umvælingarnar á listanum eru fevndar av Toyota Relax.

 

Álítandi bilar

 

Tað er ikki av ongum, at Toyota torir at veita viðskiftafólkum sínum somikið góða trygd, sum tað nú verður gjørt.

 

Toyota og Lexus hava í fleiri ár verið heilt í toppinum í altjóða greiningum. Bæði sum mest rakstrartryggu bilarnir og sum bilarnir við fæst feilum.

 

Eisini hava Toyota-eigarar í 19 ár á rað verið ovastir í nøgdsemiskanningunum hjá AutoIndex, sum er størsta kanning av sínum slag í Norðanlondum.

 

Gjøgnum 2022 verður Toyota Relax sett í gildi í øllum europiskum londum. Her hjá okkum er skipanin tó galdandi longu 1. desember 2021.