10 ára gamli Marius Dam Christophersen hevur fernisering í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin kl. 15, og hann er tann yngsti nakrantíð, ið hevur einstaklingaframsýning í Smiðjuni.
Á framsýningini vera tekningar og málningar, ið Marius hevur gjørt seinastu árini við íblástri frá hetjuteknirøðum og filmum.
Marius hevur áður havt tvær framsýningar. Hann sýndi í mai 2011 fram í Skúlanum við Løgmannabreyt, eisini hevði hann eitt verk við á framsýningini “Hvat er natúrligt” í Østrøm í 2012.
Í vár helt Marius sjálvur, at nú var so langt síðan, at hann hevði havt eina framsýning, og spurdi tí um møguleikan at lána Smiðjuna í Lítluvík. Hetta bar væl til, hóast nakað av bíðtitíð var.